2017-07-07 15:32
Leygarkvøldið 22. juli verður gongugøtan í Havn aftur fylt við tónleiki og veitslulag, tá fleiri útlendsk og føroysk nøvn fara á pallarnar, ið verða settir upp niðast í gongugøtuni. Hetta verður fjóðru ferð, at Tórshavnar Ítróttarráð skipar fyri Tórsfest.
Nýggjasta navnið á plakatini hjá Tórsfest er Janus W. Mortensen, sum í løtuni hittar við lagnum ???Mítt vakra Føroya land???. Hetta er fyrsti sangurin, sum Janus hevur givið út á føroyskum og tað er einki at ivast í, at fólk veruliga hava tikið sangin til sín.
Í 2014 gav Janus fløguna ???Breathing??? út, har serliga sangurin ???I Can Hear You Heartbeat??? gjørdist kendur og bleiv nógv spælur á føroysku útvarpsrásunum. Á Tórsfest fer Janus at spæla øll síni hitt saman við Jens Marna Hansen og Kim Hansen.
Umframt Janus W. Mortensen, er longu kunngjørt, at Seeb, John Martin og Michel Zitron, sum vit kenna frá Swedish House Mafia, David Bickler úr Survivor, Poul Krebs, Michael Falch, Friðrik Dór, Konni Kass, Swangah, Marius, Hamradun og Páll Finnur Páll eisini verða millum nøvnini á Tórsfest í ár.
Á Tórsfest verður spæliland og tiltøk fyri børnini á skránni um dagin, meðan stóru konsertirnar verða um kvøldið.
Forsølan til Tórsfest 2017 hevur gingið væl, og nú verður boðað frá, at tað bara eru fá atgongumerki eftir í forsølu. Atgongumerki til Tórsfest eru at fáa í Kunningarstovuni í Steinatúni, Vodafone-handlunum kring landið og á ebillett.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald