Mánadagin 1. juni 2020 verður ein sonn heimsstjørna at finna í Høllini á Hálsi. Enski hitt-sangarin, James Blunt, hevur vátta at framføra eina av sínum ONCE UPON A MIND TOUR konsertum fyri føroyingum, og við sær hevur hann serstakliga dugnaligan tónleikabólk.
Friður plagar at valda á hvítusunnu, men 2. hvítusunnudag verður ikki friðarligt í Høllini á Hálsi. Tá bjóðar James Blunt føroyingum á konsert. Hann man vera eitt hitt størsta einstaka tónleikanavnið vit nakrantíð hava sæð í Føroyum. Hansara lætti popp/rokk tónleikur hevur hugtikið heimsborgarar í 15 ár, og eisini í Føroyum hava hansara løg verið nógv spæld í lurtunum.
James Blunt staðfesti sítt navn á altjóða tónleikapallinum í 2004, tá hann gav út fløguna Bed of Bedlams. ??tgávan streyk upp á tindarnar kring allan heim, og serliga vóru tað løgini ???You???re Beautiful??? og ???Good Bye My Lover??? sum gjørdu um seg á hittlistunum kring allan heim. Fløgan gjørdist hin mest selda útgávan í 00???unum í Onglandi, sambært The Official Chart Company.
James Blunt hevur síðani vunnið hópin av viðurkenningum og tilnevningum. Mangt annað hevur hann vunnið eina ???Best British Male??? viðurkenning, tvær ???MTV Video Music Awards???, tvær ???Ivor Novello Awards??? og heilar fimm ferðir er hann tilnevndur til Grammy virðisløn.
Síðani Bed of Bedlams hevur James Blunt givið út eina røð av útgávum, og eisini hevur hann samstarva við aðrar tónleikarar. Í 2017 hittaði hann saman við Robin Schulz við lagnum ???OK???, og í 2018 framleiddi hann saman við Lost Frequencies lagið ???Melody???, sum kleiv upp á tónatindarnar kring allan heim.
Konsertin verður í Høllini á Hálsi tann 1. juni kl. 20.00. Jens Marni Hansen hitar upp. Dyrnar lata upp kl. 19.30.
Atgongumerki til konsertina fáast fyri kr. 650,- á www.ebillett.fo
Avmarkað atgongd, so tað er at gera skjótt av at ogna sær atgongumerki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald