2017-11-16 15:34
Tíðindaskriv:
P/F Vága Floghavn og Jákup Sverri Kass eru í dag komin ásamt um at enda samstarvið teirra millum. Evy Jacobsen er sett sum virkandi stjóri fyri Vága Floghavn til nýggjur stjóri er settur.
Jákup Sverri Kass hevur verið stjóri fyri Vága Floghavn síðan apríl 2012. Hesi fimm árini hevur stórur vøkstur verið í ferðafólkatalinum, viðurskiftini inni og rundanum flogvøllin eru munandi betraði, samstundis sum talið av vitjandi flogfeløgum er vaksið. Nevndin fegnast um rokkin úrslit, og vil við hesum takka Jákup Sverra Kass fyri tænastuna.
P/F Vága Floghavn
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald