2018-06-15 09:32

Fleiri íslendsk skip koma til Skipasmiðjuna MEST, tá ið ymisk viðlíkahaldsarbeiði skulu fáast frá hondini, tað er tí, at íslendingar eru sera væl nøgdir við tað sum skipasmiðan MEST útrættar.
Fyri viku síðan varð uppisjóarskipið HOFFELL, sum er frá Fáskrúðsfirði, tikið upp á bedingina í Havn til umvælingar.
Hoffell hevur í alt vár verið til svartkjaftafiskiskap í føroyskum sjógvi, nú verður farið á makrelveiðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald