2018-01-08 16:45

Íslendingar eru byrjaðir uppá lodnufiskiskapin. Sildarvinnslan skrivar at Børkur og Beitir fóru á lodnufiskiskap leygardagin. Teir hava havt samband við skipiini fyrrapartin í dag.
Sigurður V. Jóhannesson stýrimaður á Beiti segði, at teir tovaðu í 6 tímar tað fyrsta tovið, teir fingu 650 tons, so teir vóru heilt ovfarnir. Teir gjørdu eitt tov í nátt uppá ein tíma tað gav 150 tons, segði Sigurður.
Eisini Børkur hevur fingið fitt av lodni - skiparin Halfdan Halfdanarson - segði við SVN í morgun, at teir høvdu gjørt tvey tov, teir fingu 300 tons í tí fyrra og 200 tons í tí seinna tovinum, tað fyrra var 8 tímar og tað seinna 5 timar.
Bæði skipini royndu umlleið 55 fj. í landnyðring úr langanesi, har royndu 7 skip sambært SVN.is.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald