Mentan

Innsavningin hjá Team Rynkeby Føroyar gav 1.120.000 kr

...

2016-09-10 22:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tìðindskriv


Innsavningin hjá Team Rynkeby Føroyar gav 1.120.000 kr

Peningurin, sum Team Rynkeby Føroyar, savnaði inn í sambandi við túrin til París í ár, varð handaður forkvinnuni í Krabbameinsfelagnum, Duritu Tausen, á samkomu á Reinsarínum í dag.

Upphæddin, sum føroyska súkkluliðið fekk inn í 2015/16, varð 1.120.000 krónur.

48 súkklarar og tíggju hjálparfólk gjøgnumførdu í ár túrin úr Klaksvík til París. Samlað varð súkklað 1428 kilometrar.

Tað vóru tilsamans 1450 súkklarar, ið súkklaðu úr teirra heimlandi til Paris. Samlaða upphæddin sum øll londini hava savnaða inn verður í løtuni samantald og avdúka 24. september í Ringe í Danmark.

Endamálið er at gera nakað gott fyri onnur og tí fløvar tað almikið, at vit kunnu handa eina so stóra peningaupphædd til børn við krabbameini. Vit hava funnið ein hóskandi leist fyri, ið ger okkum før fyri at stuðla børnunum á hvørjum ári, samstundis sum vit órógva onnur, ið eisini hava tørv á stuðli, minst møguligt, sigur Finn Danberg, landastjórin fyri Team Rynkeby í Føroyum.

Team Rynkeby Føroyar sigur at peningurin verður brúktur á tveimum økjum. Ein partur fer til fíggjarligan stuðul til børn, sum fáa krabbamein og familjur teirra, og av hesum pengunum verður ein latin danska Børnecancerfonden, sum tekur sær av teimum føroysku børnunum sum fara til Danmarkar í viðgerð. Ein partur til gransking innan krabbamein hjá børnum.

Liðið, sum skal súkkla til París komandi summar, er úttikið. Aftur hesaferð eru 50 súkklarar og 10 hjálparfólk á liðnum. Á samkomuni á Reinsarínum hittist nýggja liðið alment fyri fyrstu ferð. Alfred Hummeland verður aftur í ár liðskipari.

Team Rynkeby vil miriliga takka fyri allan stuðul og styrk sum privatpersónar, feløg, fyritøkur og kommununur á ymsan hátt veita okkum í okkara stramban eftir at gera nakað gott fyri onnur samstundis at vit gera nakað gott fyri okkum sjálvi.

Vinarliga

Team Rynkeby Føroyar

Finn Danberg, Landastjóri

Telefon 512654

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder