Vinna

Innflutningurin vaks 600 mió. kr. tríggjar fyrstu ársfjórðingarnar

...

2017-11-17 11:59 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Vit hava innflutt fyri 13% meira fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar í ár samanborið við í fjør. Tað er 600 mió. kr. meir enn sama tíðarskeið í fjør.

Innflutt er munandi meira av akførum. Har er vøksturin 24% ella 74 mió. kr.

Til beinleiðis húsarhaldsnýtslu er vøksturin 7%. Har er tað serliga tær hálvdrúgvu og drúgvu nýtsluvørurnar (m.a. innbúgv og búnýti), sum vit hava keypt meiri av, meðan vøksturin av mat- og drekkivørum er 5%.

Vit hava brúkt 42% meir uppá brennievni samanborið við í fjør, og er tað serliga oljuprísurin, sum er orsøkin til tað. Samlaða nøgdin av brennievni er vaksin 14%.

Innflutningurin av tilfarið til byggivinnuna og av maskinum og amboðum er minkaður í ár, samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Men hóast minking í ár av hesum bólkum, er framvegis talan um, at innflutningurin av byggitilfari og maskinum og amboðum er høgur, samanborið við árini frammanundan. Tað er bara í fjør, at meira er innflutt hesar tríggjar ársfjórðingarnar.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder