Eg havi ongantíð verið úti fyri slíkum áður, sum in.fo her hevur gjørt! Veit ikki um slíkt heldur!
Áki Bertholdsen legði kl. 09:13 í morgun (12. apríl 2017) út tíðindi á in.fo við yvirskriftini ???Samkynd hjúnaløg fara at fella kirkjuna???.
Eg eigi ikki yvirskriftina. Eg eigi ikki vinklingina. Og eg havi ikki sent Løgtinginum skriv á hesum sinni.
15. mars 2016 sendi eg áheitan á Løgtingið viðv. samkyndum hjúnalagi. Og í morgun hevur Áki Betholdsen við grein, sum er meira enn árs gomul, vavt meg inn kjakið, har málið viðv. samkyndum hjúnalagi nú er ??? og tað, uttan at hava verið í sambandi við meg.
Eg veit satt at siga hvørki, hvat eg skal meina ella siga um hesa gerð og hetta arbeiðslag...?
??llum stendur í boðið at kanna trúvirðið í tí, in.fo nú hevur lagt út, við einfalt at spyrja onkran á Føroya Løgtingi, um viðkomandi skriv frá mær viðv. samkyndum hjúnalagi seinastu dagarnar.
Hvat endamálið hjá in.fo er, veit eg ikki. Eg kann bara gita.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald