Mentan

Ikki á hvørjum degi, at konsert er í Gásadali

...

2018-08-31 22:44 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Forvitnisligt verður at hoyra tónleik eftir franska tónaskaldið Yvonne Desportes, sum í mong ár var lærari á konservatoriinum í París. Lívsleið hennara var alt annað enn ein dansur á rósum, og hóast hon, sum einlig mamma, var noydd at berjast móti sera sterkum afturhaldskreftum, so hóraði hon væl og virðiliga undan. Og nú fara tónar hennara at ljóma í Gásadali. Lívsjáttandi tónar við íblástri úr fólkatónleiki.

Nógv annað gott er eisini á skrá. Transsylvanskir tónar eftir Bela Bartok, tølandi tokutám eftir Carl Nielsen og Cafélættir úr París hjá Astor Piazzolla.
Kvinnukórið "Fljóð ljóð" leggja røddir til og hetta við yndisligum norðurlendskum tónum.
Súsanna Joensen spælir á floytu og ??lavur Jakobsen á gittara.
Ikki er so nógv pláss á Gásadalsgarði, og vil ein tryggja sær sitipláss, ber til at bíleggja hetta á tlf. 277013.
Kaféín letur upp í góðari tíð innan tiltakið, og sjálvandi er eisini okkurt gott at fáa afturvið meðan konsertin er.
Konsertin kl. 16.00 er ókeypis og varir slakan tíma.
??ll eru hjartaliga vælkomin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder