Vinna

ICES tilmæli fyri norðhavssild 2019

...

2018-10-23 06:38 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

ICES hevur almannakunngjørt mest loyvdu veiðu fyri norðhavssild fyri komandi ár.

Tilmælið kom eftir at ICES hevði staðfest, at nýggja umsitingarætlanin, sum strandarlondini samdust um fyrr í mánaðinum, var burðardygg.

Talan er um eina 53% hækking í kvotuni av norðhavssild í mun til í fjør.

Gýtingarstovnurin av norðhavssild er 3,859 mill. t í 2018 og er tað oman fyri nýggja markið í umsitingarætlanini fyri nær varsemi skal vísast. Hetta førir við sær, at ikki er neyðugt at lækka veiðitrýstið vegna varsemisregluna.

Umframt hetta, hava strandarlondini í nýggju umsitingarætlanini avgjørt at hækka, hvussu nógv kann fiskast úr stovninum hvørt ár. Í gomlu umsitingarætlanini var hetta talið 0,125, meðan veiðitrýstið í nýggju umsitingarætlanini er sett til 0.14.

Stovnurin er í minking og hevur verið tað síðani 2009, hóast veiðitrýstið minkaði í tíðarskeiðinum 2010-2015. Veiðitrýstið er vaksið aftur síðani tá. Ein høvuðsorsøk til minkingina er, at tilgongdin hevur svikið hetta tíðarskeiðið. Tó er ein glotti at hóma, nú 2016-árgangurin er mettur at vera oman fyri miðal.ICES tilmælið.

Talvan niðanfyri vísir tilmælið ella mest loyvdu burðardyggu veiðu (í tonsum) fyri norðhavssild í 2019 og broytingarnar frá 2018. Eisini sæst strandarlandakvotan (CS TAC) og mett veiða í 2018.

Tilmælið 2018CS TAC 2018Mett veiða 2018Tilmælið 2019Broyting í tilmæli 2019Munur tilmælið 2019 og CS TAC 2018
Norðhavssild38419743500054644858856253%35%

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder