2019-10-19 10:04
Í morgun fara hesir garparnir í Vestaruskor við ærseyði, sum skal ganga har til komandi heyst. Teir standa her á Oyrargjógv og bíða eftir bátinum, sum skal sigla teir á Slættanes. 10 ær og eitt veðurlamb verða slept í Vestaruskor.
Tey nógvu seinastu árini hava sandavágsmenn bara slept hornaseyði í Vestaruskor, men fyrr var vanligt at sleppa ærseyði har - tað verður so roynt aftur nú.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald