2016-09-22 20:22
Sandavágsmenn hava í dag verið í Vestaruskor eftir veðrum. Vestaraskor er norðantil í Vágum - nakað vestur frá Slættanestanga.
Tað gekk væl, allir 18 seyðirnir, sum vórðu sleptir í vár komu aftur.
Veðrarnir sóu væl út - vit hava hoyrt frá einari vegt - hann vág 79 pund, men sigast skal, at hann kemur at liggja í betra endanum.
Hygg eisini HER:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald