2017-09-21 12:43
Atlantic Airways hevur lagt hetta út á sín Facebook brúkara: 81 ára gamli Torbjørn Joensen var uttan iva best klæddi harrin umborð á Williami í gjár. Hann elskar at ferðast, og hvørja ferð, hann fer á flog, letur hann seg í føroysku klæðini. Er hann ikki fínur?
Torbjørn er her avmyndaður í stýrhúsinum saman við versoninum, Jóan Paula Olsen, og flogskiparunum Rúna Højgaard og Jóhan Vágadal á veg heim til Føroya.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald