2019-01-26 10:48
Katrin Jóhanna kom á Miðvág í morgun við 320 tonsum av makreli, sum teir hava fiskað í ES-sjógvi, tætt suður úr føroyska markinum, veiðan verður landað til Snarfrost, manningin á Katrin Jóhonnu er 10 mans og so tríggir dreingir, sum eru í starvsvenjing.
Við Katrin Jóhonnu vóru tríggir skúlanæmingar, sum ganga í 9. flokk á Giljanesi.
Dreingirnir eru: Suni í Horni Nielsen úr Sandavági, Ísak Johansen úr Miðvági og Hans Elmar Poulsen úr Vatnsoyrum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald