Vinna

Í morgin verður nýggja virkið hjá Varðanum Pelagic royndarkoyrt

...

2018-08-28 09:31 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í morgin tíðliga verða maskinurnar á nýggja virkinum hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri settar í gongd.

??tlanin er at royndarkoyra virkið í morgin og fáa innstillað maskinurnar.

Tað er Tróndur í Gøtu, sum kemur við fyrstu lastini, teir verða á Tvøroyri tiðliga í morgin.

Tróndur í Gøtu hevur roynt norðanfyri føroyska markið í altjóða sjógvi, teir hava 350 tons, sum verður mett sum passandi nøgd at royndarkoyra maskinurnar við.

Vit á JN.fo tosaðu umborð á Trónda fyri løtu síðan, teir siga, at tað er góður makrelur teir koma við.

Nógv Íslendsk, russisk og okkurt norskt skip eru á leiðini beint norðanfyri føroyska markið, eisini er Fram har norðuri.

Hinu føroysku skipini eru um at verða klár at fara til fiskiskap, Jupiter fer helst avstað seinnapartin í dag. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder