Mentan

Í morgin byrja Torradagarnir

...

2017-02-12 22:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ellinta árið á rað bjóðar Klaksvíkar kommuna inn til Torradagar. Skráin er umfatandi, og sera áhugaverd. Fleiri og fleiri fólk vitja tiltøkini á Torradøgum, sum hava ment seg á støði við mongu tiltøkini, sum hvørt ár mynda Klaksvík. Hetta er gyltur møguleiki at fáa innilit og hugsavna seg um okkara vinnu og ta mentan, ið her er.

Fyri eina fiskivinnutjóð sum Føroyar, og ein fiskivinnuhøvustað sum Klaksvík, hevur tað alstóran týdning, at vitanin um tilfeingið verður varðveitt, og eisini mennist.

Tað er ikki av tilvild, at Edward Fuglø valdi at seta sjómannin í miðdepilin í sínum listarverki ???Klaksvíksfarið,??? ið eg til dagliga síggi á borgarstjóraskrivstovuni. Fiskivinnan og sjómaðurin hava myndað okkara samfelag her norðuri á ein serstakan hátt. Tað virkisfýsnið, eldhugurin og virðingin fyri náttúruni myndar enn tann dag í dag okkara samfelag, og hevur eisini spreitt seg út yvir nýggjar vinnur á bæði landi og sjógvi.

Tónleikatiltøk, listaframsýningar, sjónleikur, framløgur, politiskt fiskivinnuting og siðsøguligur gongutúrur mynda ??? millum nógv annað ??? skránna fyri Torradagarnar, ið eru við til at lýsa, skapa áhuga og geva innilit í okkara søgu og nútíð.

Til seinast vil eg bjóða øllum hjartaliga vælkomin á Torradagar, nú tiltakið verður 10 ár, skrivar klaksvik.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder