Triði og seinasti dagurin á Summar Festivalinum bjóðar Hermes House Band, Kristinu Bærendsen, Marius, Kim Hansen og fleiri.
Triði dagurin á Summar Festivalurin er byrjaður. Signar í Homrum hevur verið á palli og spælt hugnaliga seinnapartskonsert fyri fleiri túsund vælhýrdum fólkum á Vágsbøi.
??tlanin var, at Signar í Homrum skuldi spæla kl 02:00 í nátt, men konsertin var framskundað, tí roknað verður við illveðri út á náttina, og tí verður konsertin við Hermes House Band kl 23:00 tann seinasta á Vágsbøi.
Hermes House Band spælir góðan veitslupopp, har tey tulka kendar sangir og duga serstakliga væl at fáa lív í áhoyrarafjøldir.
Annars heldur skráin fram sum vant, og í kvøld kunnu bólkar sum Páll Finnur Páll, Marius, Eyðun Nolsøe, Kristina Bærendsen, Kim Hansen, Hanus G. Johanse n og fleiri.
Seinasta framførslan á ársins Summar Festivali verður við Eyðuni Nolsøe í tjaldinum kl. 03:00.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald