Mentan

Í kvøld spælir Killer Queen

...

2019-08-08 12:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Summar Festivalurin byrjar av álvara í dag



Í dag byrjar 16. Summar Festivalurin, og í kvøld verður stórfingin Queen fagnaðarkonsert á Vágsbø.

Fyrsta konsertin á ársins Summar Festivali verður í Tjaldinum í kvøld kl. 19.00. Tá fer unga songkvinnan Victoria á Lakjuni at spæla við bólki. Í kvøld ber eisini til at hoyra Marius Ziska og Grandma???s Basement, sum í ár spæla á stóra palli, Nalja, svensku Elona Planman og Eyðun Nolsøe.

Eitt av útlendsku høvuðsnøvnunum á Summar Festivalinum er bretski bólkurin Killer Queen, sum ferðast kring heimin at halda serligar Queen fagnaðarkonsertir. Bólkurin er væl umtóktur og spælir sannførandi stóru hittini hjá Queen ??? millum annað Bohemian Rapsody, We Are The Champions og We Will Rock You.

Konsertirnar á Summar Festivalinum halda fram til kl. 02.00 í nátt.

Seinnapartin kl. 14:00 fer karnivalgonga at seta gongd á Summar Festivalin. Tá fara Silvi, Gula Bamsan, víkingar, dansarar og onnur at ganga skrúðgongu úr Klaksvíksgarðinum og heim í Badmintonhøllina, har Silvaland letur upp.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder