2017-08-11 15:23
Dynamit og Signar í Homrum fara eisini á stóra pall.
Summar Festivalurin heldur í dag fram við konsertum á trimum pallum, undirhaldi og tónleiki í Sivlandi og mangt annað.Fyrsta kvøldið á Summar Festivalinum var framúr gott ??? og nakað vátt. Lukas Graham hevði stórfingna konsert á Vágsbøi, har eisini Danny & The Veetos hildu poppveitslu.
Í kvøld spælir poppstjørnan Christopher á Vágsbøi. Hann er komin til landið og lovar eina rimmar konsert í kvøld. Christopher spælir fangandi popptónleik, og hann er kendur sum ein fantastiskur performari á pallinum.
Í kvøld spæla eisini legendurnar Dynamit og Signar í Homrum á stóra palli. Eisini ber til at hoyra bólkar sum Tinganest, Grandma???s Basement, Báru Silvansdóttir, Jens Marna Hansen, Beinir og Benjamin Rajani.
Silvaland lat upp kl 14.00 og bjóðar aktivitetir og undir. Kl 17.00 verður konsert við Mariu á Lakjuni í Silvalandi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald