Mentan

Í kvøld heldur Norrøna Ungmannafelag Føroya skeið um Norðurlendskt samstarv

...

2016-10-20 09:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Hósdagin heldur Norrøna Ungmannafelag Føroya skeið um Norðurlendskt samstarv í Norðurlandahúsinum.


??tlanin við skeiðinum er at geva eina betri fatan av, hvat norðurlendskt samstarv er í praksis. Skeiðið er fingið upp í lag í samráð við føroysku ungmannafeløgini, men verður skipað sum eitt alment tiltak, har øll áhugaði eru vælkomin. Fyrsti parturin av skeiðinum fer at snúgva seg um søguna handan norðurlendska samstarvið, høvuðsavtalurnar í samstarvinum, og hvussu tað í praksis fyrigongur í Norðurlandaráðnum og í ráðharraráðnum. Í seinna partinum av skeinum verður ein røð av stuttum fyrilestrum um ymiskar partar av norðurlendska samstarvinum: norðurlandahúsini, fiskivinnusamstarvið og orkusamstarvið, umframt hvussu felagsskapir hjá sivilsamfelagnum í Norðurlondum hava spælt ein týðandi leiklut í menningini av norðurlendska samstarvinum. 

Skrá:
19.30 Ruth Vang, limur í Norðurlandaráðnum: Vælkomin.
19.40 Halla Nolsøe Poulsen, fulltrúi í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, við 8 ára royndum frá skrivstovuni hjá Norðurlandaráðnum og Ráðharraráðnum: Søgan hjá norðurlendska samstarvinum og hvussu Norðurlandaráðið arbeiðir.
20.00 Morten Stemre, ráðgevi í NORA, næstformaður í NUF og FNUF: Hvussu Norðurlendska Ráðharraráðið (og NORA) arbeiðir.
20.20 Steðgur
20.30 Sif Gunnarsdóttir, stjóri í Norðurlandahúsinum í Føroyum: Norðurlandahúsini.
20.40 Jákup Mørkøre, fulltrúi í Fiskimálaráðnum, limur í embætismannanevndini fyri fiskiskap og aling í Norðurlendska Ráðharraráðnum og formaður í NORA: Norðurlendska fiskivinnusamstarvið og føroyski formansskapurin.
20.50 Kári Mortensen, deildarleiðari í orkumálum á Umhvørvisstovuni og limur í embætismannanevndini fyri orku í Norðurlendska Ráðharraráðnum: Norðurlendskt orkusamstarv og viðkomandi verkætlanir fyri Føroyar.
21.00 Turid Christophersen, forkvinna í Norrøna Felagnum í Føroyum: Foreningene Norden og leikluturin hjá sivilsamfelagnum
21.10 Spurningar.
21.30 Liðugt

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder