Mentan

Í dag er stóri festivaldagurin

...

2019-08-10 12:07 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Summar Festivalurin bjóðar í dag 16 konsertir á trimum pallum


Eftir tveir góðar festivaldagar er tann drúgvasti dagurin nú fyri framman á Summar Festivalinum. Í dag vera 16 konsertir á teimum trimum pallunum ??? á Vágbø, á Torginum og í Tjaldinum ??? og harafturat verður eisini undirhald og sangframførslur í Silvalandi.

Tveir útlendskir bólkar spæla á stóra palli í dag. Klokkan 21:00 fer Chris Norman, sum var upprunligi sangarin í Smokie, at hava konsert, og á midnátt spælir poppbólkurin Nico & Vinz.

Í kvøld ber eisini til at hoyra føroyskar bólkar og solistar sum Moirae, Samsint, Rana Nolsøe, Magna Christiansen, Herborg Torkilsdóttir og Lindu Andrews.

Dagsins fyrsta konsert á Summar Festivalinum verður við Mark The Messenger í Tjaldinum kl. 16.00. Tann seinasta konsertin verður í Tjaldinum kl. 03.00 við Danny & The Veetos.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder