Í dag fríggjadagin 1. september er seinasta freist at luttaka í landalagskanningini, sum Fróðskaparsetur Føroya og Universitetið í Keypmannahavn skipað fyri.
Tá upprunaliga freistin var úti 1 september, høvdu einans 130 fólk svarað spurningunum. Freistin varð tí longd til 1. september við teirri vón, at fólk fara innaftur á síðuna og gera kanningina lidna.
Nú bert ein dagur er eftir at svara, er talið á luttakarum vaksið munandi, og er komið uppá 375 fólk, sum hava svar spurningunum. Vit vóna tó, at tá morgindagurin er liðugur er samlaða talið komi upp á 500 fólk.
Vit heita tí á fólk um at fara inn á síðuna.
Ikki er neyðugt at svarað øllum spurningunum. Er okkurt tú ivast í, kanst tú leypa spurningin um. Lítið er betri enn einki, og allur bati bøtur.
Til ber at lurta eftir innslagnum, sum var í sendingini ???Summartíð???, sum var í Kringvarpinum fríggjadagin 25. august, á leinkini:
https://www.dropbox.com/s/ciijelih3s0hsah/Landalagskanning_Summartid_25Aug_2017.wma?dl=0
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald