Mentan

Í dag bleiv prýðilig bryngumynd avdúkað í Hvalba.

...

2016-10-30 22:51 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Bryngumyndin er av íverksetaranum Jens Norðberg og stendur hon frammanfyri gamla skúlan í bygdini. Tað var abbasonurin Jens Kristian Norðberg ið avdúkaði myndina.

Jens Norðberg sáli var føddur 17. nov 1926 og vaks upp á Heyggji í Hvalba, foreldrini vóru Niels Pauli og Mikkalina Norðberg.

Jens Norðberg tók stig til at byggja flakavirkið og byggingina av trolarunum Niels Paula og Steintór. Virkið byrjaði at takað ímótið fiskið í juni mánaði 1983, tollaksmessudag sama ári kom trolarin Niels Pauli ið var bygdur í Noregi. Tvey á seinni tollaksmessudag 1985 kom trolarin Steintór.

Jens var eisini undangongumaður tá trolvirkið Bergið var stovnað. Við trolarum í bygdini, var tørvur á veitarum av trolútgerð og tænastum til skipini, saman við bróðurinum Niman stovnaði Jens trolvirkið Bergið.

Jens Norðberg andaðist17.oktober 1997.

Á samkomuni í dag, segði Moodi Norðberg nøkur orð, Arngerð Hammer sang, Tvøroyrar hornorkestur framførdið nøkur løg og Bygdarásformaðurin Trúgvi Gudmundarson helt røðu. Síðani hugleiddi ??lavur Rasmussen um Jens Norðberg, og var ein kaffimunnur at fáa í Roynhøllini.

Orð og myndir: Reidar Simonsen og Poul J. Jespersen.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder