Føroya fremsti gospelbólkur verður partur av stóra konsertdegnum Okkara Tórsfest 2019. Talan er um bólkin I AM, sum hevði sína stórheitstíð um aldarskifti. I AM er uttan iva størsta gospelfyribrigdið í føroyskari tónleikasøgu, sum gjørdi nógv um seg í stóru Prix Føroyar kappingunum.
Í ár eru 20 ár liðin, síðan bólkurin gav út fyrstu fløgu sína ???Cast???. Á hesi fløgu var serliga eitt lag, sum setti sín dám á føroyska varpið, tað var ???Alla Leið???. í 2003 kom seinna útgávan Xthree.one.four út við hittunum ???Friðsæla Stund???, ???Believe??? og ???Wait???.
Í mars mánaða í ár fekk bólkurin stóra heiðurin at hita upp til risakonsert við amerikanska bólkinum P.O.D., og kvitteraðu teir við at geva út lagið ???I can´t stand that face???, sum prógvaði at bólkurin er í toppformi.
Frammanundan er longu greitt at nøvn sum Martin Jensen, Suspekt, Halberg & Friends, Dee Snider og Hjalmer Larsen fara at framføra á Okkara Tórsfest 2019. Atgongumerki fáast á ebillet.fo og í Power í SMS og í Fast handlunum kring landið fyri kr. 495,-
Okkara Tórsfest er stuðlað av:
Power, SMS, Norðoya Sparikassa, Fast, Hvonn, Atlantic Airways og Okkara.
Tað er tónleikur. Tórshavn. Tað er Tórsfest.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald