Mentan

Hvussu gomul er bygdin við Gøtugjógv

...

2019-11-27 13:36 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

**Hvussu gomul er bygdin við Gøtugjógv?**

Kom til fyrilestur í skúlanum við Gøtugjógv hóskvøldið 28. november og fá svar upp hendan spurning!

Erling Isholm og Hanus Jacobsen fara at greiða frá.

Erling Isholm fer at greiða frá um Hanus við Gjógv ið var bóndasonur av Húsgarði í Syðrugøtu. Hann tók við festinum við Gøtugjógv sama dag, sum fosturpápi hansara, ??lavur Mikkjalson, festi Húsgarð, 29. august 1692. Rættiliga nógv vitan er um henda Hanus, tí hann er ofta umrøddur í tingbókum og øðrum keldum. Hann førdi fleiri sakir fyri fólk, og var órættur gjørdur móti gøtumonnum, var hann so ágangandi, at fútin ræddist hann. Hanus var eisini sendur til Keypmannahavnar sum umboðsmaður føroyinga at mótmæla, tá ið Kongligi einahandilin í 1720-árunum setti prísin á ull og hosum niður.

Hanus Jacobsen fer at greiða frá um ymisk viðurskifti í húsasøguni við Gøtugjógv. Millum annað fer hann vísa eina framløgu har øll húsini við Gøtugjógv síggjast í tíðarrað. Eisini verða gamlar forvitnisligar myndir vístar frá bygdini við Gøtugjógv.

Komið verður eisini inn á arbeiði við Gøtu húsasøgu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder