Mentan

Hvørjum vilja vit tæna

...

2017-05-27 10:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hvørjum vilja vit tæna?

Einaferð týsdagin fara 33 løgtingsfólk at trýsta á reyða ella grøna knøttin og gerða av antin at ganga ímóti ella at boyggja seg fyri tí, Skapari og Gud okkara tilmælir.

Hvat sigur hægsti serkunnleikin

Sum sjáldan áður verður í hesum døgum víst á týdningin av at fylgja teimum serkønu, í fiskivinnumálum, í búskaparmálum, í pensíónsmálum- og vit kundu hildið á. Fer man at fylgja ráðum teirra serkønu í hesum so grundleggjandi máli týsdagin? Velur man Guds ætlanir fyri hjúnabandinum ella velur man egnar ótryggar leiðir? Fara løgtingsfólk at taka við ella vanvirða tilmæli hægsta sekunnleikans?

Tá eg nevni serkunnleikan, hugsi eg ikki bert um Bisp, prestafelagið, fríkikjuleiðarar, løgfrøðina í kirkjumálaráðnum v.m. Hesi hava jú øll eitt greitt tilmæli um ikki at fremja hesa antikristiligu broyting. Eg hugsi fyrst og fremst um hægstu serfrøðina á øllum økjum, Harran, sum skapti Himin og jarðar, sum skapti hvørja einstaka menniskju og sum til fulnar veit, hvat okkum er best.Hansara tilmæli er greitt, har er eingin ivi, hann veit jú, hvat er okkum til besta, men Hann noyðir ongan.

Ein løta í friði saman við Skaparanum

Tí verður tað fríi viljin hjá einstaka Løgtingsfólkinum, sum týsdagin fer at gera av, hvat viðkomandi velur. Gævi hvør einstakur av okkum 33 vil taka sær eina løtu í friði saman við Skaparanum, sum bjóðar sær at ráðgeva okkum í øllum spurningum lívsins, bert vit loyva Honum tað. Og gævi tú, sum kennir Harran, vil biðja Hann rágeva okkum og gera eitt undur týsdagin! Eitt undur, sum framhaldandi varðveitir Føroyar sum eina av heimsins fremstu tjóðum,

Skaparin er greiður

???Sum mann og kvinnu skapti Hann tey???- og gav teimum møguleikar og uppgávur. Millum annað beyð Hann teimum: ???nørist, vaksið í tali, fyllið jørðina???.

Og Jesus er ikki minni greiður, tá Hann minnir á, at: ???tí fer maðurin frá faðir og móður og heldur seg til konu sína???.

Gjøgnum allar tíðir lesa vit áminningar um at fylgja ráðum Skaparans og ikki ganga egnar leiðir. Ikki tí, tað ber meira enn so til, men tá stendur tú sjálvur við róðrið. Og ikki hevur tað altíð eydnast so væl. Søgan, og ikki minst heimsstøðan í dag, lærir okkum, at førleiki okkara at stýra ikki er av teimum bestu.

Veljið í dag, hvørjum tit vilja tæna

Ein teirra, sum við endan av einum longum lívi í hondum Skaparans gav ráð, er kendi Gudsmaðurin Josva. Beint áðrenn deyða sín talar hann m.a. hesi orð til fólk sítt:

???men líkst tykkum ikki á at tæna HARRANUM, so veljið í dag, hvørjum tit vilja tæna - gudunum, ið fedrar tykkara dýrkaðu hinumegin Ánna, ella gudum Amorita, í hvørja landi tit búgva! Men eg og hús mítt, vit skulu tæna HARRANUM!"

Svarið fólkið gav Gudsmanninum er framúr, m.a. svara tey:???nei, HARRIN er Gud okkara, Hann, sum leiddi okkum og fedrar okkara út av Egyptalandi, úr trælahúsinum, gjørdi hini stóru tekin fyri eygum okkara og varðaði okkum á øllum vegnum, ið vit gingu, og millum øll fólkini, vit ferðaðust gjøgnum.Tí skulu vit eisini tæna HARRANUM, tí Hann er Gud okkara

Biðið, góðu føroyingar, biðið!

Gævi at minst 17 av løgtingsfólkum okkara velja at fylgja Harranum týsdagin!

Men greitt er, at einans eitt undur frá Honum kann virka hetta!

Latið okkum, børn Hansara um alt landið, biðja um, at undrið hendir! Biðja eftir at onkur vaknar og at svarið týsdagin verður sum á døgum Josva: ??? vit føroyingar vilja eisini tæna HARRANUM, tí Hann er Gud okkara!"

Jenis av Rana

Formaður Miðfloksins

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder