Í kvinnudystinum í Hvonn deildini í kvøld, tók VÍF ímóti oddaliðnum Neistanum. Seinast liðini møttust vann Neistin við 12 málum, men tað skuldi vísa seg, at kvinnurnar úr Vestmanna vildu tað ørvísi í dag. Liðini fylgdust allan fyrrahálvleik, har VÍF tók eina lítla føring móti hálvleikinum, so tær kundu fara til hálvleiks við støðuni 16-12.
Í seinnahálvleiki sá tað út, sum oddaliðið úr Havn hevði torført at koma ígjøgnum verjuna hjá VÍF. Tær vóru heldur ikki nóg neyvar í at raka málið, og tað gjørdi VÍF sær deilt av og vann dystin 30-22.
VÍF: Steinbjarta Marnersdóttir, Viviann Petersen, Tóra Seloy 5, Agnas Olsen 5, Ronja Johannesen, Liljan Djurhuus 6, Beinta Sveinbjørnsdóttir 2, Rakul Joensen 1, Durita C. Jojic 6, Randi Virgarsdóttir 1, Daniella Joensen, Annika Patti og Eilin Hansen 4.
Neistin: Fríða Petersen, Súsanna Nólsoy, Liljan Mohr 1, Birita Jocobsen, Eir Berg 1, Annika Thomsen, Bára Hansen 1, Milica Rankovic 13, Birita Wardum 3, Marijana Lucic, Ása Christansen, Gurið poulsen, Nicoleta Hansen 3 og Jacklin Durhuus.
Støðan ígjøgnum dystin:
5. min. 3-3
10. min. 5-6
15. min. 7-8
20. min. 11-10
25. min. 14-12
30. min. 16-12
35. min. 17-14
40. min. 19-16
45. min. 21-18
50. min. 25-20
55. min. 28-21
60. min. 30-22
Dómarar: Gert Hansen og Arnar Dam.
Áskoðarar: 150
Í havn tók Kyndil ímóti StÍF, tann dystin vann Kyndil 25-18
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald