Ítróttur

Hvonn: VÍF vann 25 - 24 á Kyndli - myndir

...

2014-10-23 01:01 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hvonndysturin á Hálsi í kvøld millum Kyndil og VÍF var spennandi og javnur allar 60 minuttirnar.

Tað var Kyndil, sum legði betri fyri í fyrra hálvleiki, Kyndil førdi allan fyrra hálvleik, støðan var 11-10 tá ið farið var til hálvleiks.

Í seinna hálvleiki løgdu VÍF-kvinnurnar nógv fyri, tá ið seinni hálvleikur var hálvrunnin førdi VÍF 15-19, men Kyndil megnaði at koma uppá javnleik 19-19 í 20. minutti. VÍF dróg tó longra stráðið og fóru aftur til Vestmanna við sigrinum 24-25 - kann vera at kyndilskvinnurnar eru troyttar eftir EuropaCup dystirnar frá vikuskiftinum.

Sí eisini: Atlantic: VÍF vann 27-21 á Kyndli - myndir.

Kyndil: Tomma Petersen, Søskva S. Nielsen, Barbara Midjord, Jórun S. ludvig, Bára V Hansen 5, Anna Sofía Hjalt Mohr 4, Asleig Sunadóttir, Bjarta O. Johansen 2, Guðrun R. Olsen 2, Anna Brimnes 4, Gurið A. Samuelsen 3, Sanna Gunnarsdóttir og Randi Wardum 4.

VÍF: Steinbjarta Marnersdóttir, Tóra Seloy, Agnas Olsen 7, Annika Poulsen 1, Ronja Johannesen, Liljan Djurhuus 10, Beinta Sveinbjarnardóttir, Rakul Joensen, Durita C. Jojic 3, Randi Virgarsdóttir, Daniella Joensen 2, Annika Patti, Viviann Petersen og Eilin Hansen 2.

Støður:

5. min. 3-1

10. min. 5-2

15. min. 6-4

20. min. 9-7

25. min. 11-8

30. min. 11-10

35. min. 12-13

40. min. 14-15

45. min. 15-19

50. min. 19-19

55. min. 21-22

60. min. 24-25

Dómar: Heri Petersen og Tummas J. S. Thomsen.

Áskoðarar: 170.

Støðan í Hvonndeildini
NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1Neistin5168104648
2Kyndil5138112267
3StÍF37657194
4VÍF410510324
5VB38163183
6Stjørnan476122-462
7Søljan444127-830

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder