2018-06-04 14:45

Sunnudagin 10. juni kl. 14 skipar Hvirlan fyri Stuttliekum. Stuttleikir er familjutiltak, ætla børnum upp til eini 11 ár, og verður á Tórsbreyt. Børnini fáa møguleika at royna seg í bóltkasti, longarlopi og renning. Alt fyrigongur í einum hugnaligum umhvørvi har tað fyrst og fremst snýr seg um at at hava tað stuttligt. Í fjør vóru yvir 100 børn vælnøgd børn við. Afturmeldingarnar vóru sera jaligar og var millum annað sagt at hetta var tað stuttligasta tey høvdu roynt. Í ár setir Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF, Stuttleikir, og hetta er tí at Hvirlan fyllir 10 ár. Tilmelding letur upp kl. 13.30 og tað kostar 50 kr at verða við. . Myndir frá undanfarnu Stuttleikum eru áhttps://www.facebook.com/groups/34822088455/search/?query=stuttleikir |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald