Hóskvøldi 14. september kl. 19:30 vitja Maria Forrestall og
Marisa Spiteri Cremona Café Manna.
Maria er 55 ár, katólsk nonna og er úr býnum County Werford í Írlandi, hon er útbúgvin Achitechural Technician, Patoral Care Worker og Child Care assistent. Hon hevur búð í Føroyum síðani 1990.
Maria hevur nógv áhugamál:
Gongutúrar, list, heimsspeki, gudfrøði, søga, góðar filmar, ymiskar mentganir, djóravælferð, mannarættindi og líðingar aftaná fosturtøku.
Men hetta kvøld greiðir Maria okkum frá hví hon fór í klostur og hv klosturlív er.
Maria dugur væl at siga frá, hon er livandi og greið.
Møguleiki er at seta Mariu spurningar.
Marisa er frá frá Malta. Hon er 65 ár, katolsk nonna og útbúgvin námsfrøðingur.
Hon kom til Føroyar í 1981.
Marisa syngur og spælir gitar. Hetta kvøldi vil hon við sinari vøkru rødd og góða serstaka gitarspæli syngja nakrar sangir fyri okkum á maltesiskum, føroyskum og enskum.
Kaffi/te og kaka .
Tað kostar 100 kr at koma inn.
Harav fara 30 kr. til arbeiðið hjá Pro Vita.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald