2016-07-05 14:57
Hvalbingar eru í dag á Lítlu Dímun í royting - Poul Poulsen hevur sent okkum hesar frálíku myndirnar.
Poul sigur at teir eru 35 mans - líkindini eru sera góð - av fagrasta veðri. Tað er harður streymur, men tó kyrt.
Í Lítlu Dómun eru 220 áseyðir, harav eru 25 gimbrar. Teir høvdu 180 ær inn og markaður 154 lomb, sigur Poul Poulsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald