Vinna

Húsavørður til Vága kommunu

....

2017-11-29 17:44 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Søkt verður eftir einum húsavørði til húsavarðatoymið hjá Vága kommunu at byrja skjótast gjørligt.

 

Ábyrgdarøki:

Húsavarðatoymið er í løtuni normera til 5 størv. Toymið hevur ábyrgdina av dagliga

rakstrinum og viðlíkahaldi av øllum kommunalum bygningum.

 

Vit vænta av tær at tú:

·         Hevur góð samstarvsevnir

·         Hevur gott handalag

·         Dugir væl at loysa uppgávur

·         Ert røsk/raskur, ábyrgdarfull/ur, nærløgd/lagdur og røkin.

 

Umsøkjarin skal kunna samstarva í toymi, men skal eisini vera førur fyri at arbeiða sjálvstøðugt.

 

Umsøkjarar við royndum sum húsavørður og við

 handverkaraútbúgving ella líknandi kunnu hava ein fyrimun.

Tað er ein treyt at tann, ið settur verður, hevur koyrikoyrt.

 

Setanartreytir:

·         Talan er um eitt fulltíðarstarv

·         Setanarviðurskiftini verða sambært sáttmála millum KAF og avvarðandi fakfelag.

·         Lønin hjá húsavørðinum verður sambært sáttmála millum KAF og avvarðandi fakfelag.

Umsóknir, við avriti av prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum, skulu verða okkum í hendi innan fríggjadagin tann 15. desember  2017 kl. 1500 og skulu sendast til: 

 

Vága kommunu

Hammershaimbsvegi 1

FO-360 Sandavági

[email protected]

           

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til tekniska leiðaran á telefon 794405 ella leiðandi húsavørðin á telefon 794420.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder