HUGSUNARDAGUR 2017
Hugsunardagurin hjá skótinum verður hildin á hvørjum árið til minnis um stovnarin Lord Baden Powell og konuna Olave sum høvdu føðingardag 22.februar. Skótarnir í Havn hava í ár dagin í hølinum hjá KFUM við kvøldsetu frá kl 19.00 sum er almenn og frá kl 20.00 er tað fyri leiðarar, patúljuførarar, eldriskótar og onnur sum eru innboðin.
Dagurin verður mikukvøldið 22.februar kl 19.00. í KFUM.
Skráin er fjølbroytt, frá kl 19 ??? 20 er alment og vera spøl, upplestur, filmur og sketchir á skránni. Derhard Jógvansson Prestur, hevur nøkur orð.
Frá kl 20-21 er dagurin serliga fyri leiðarar, førarar og hjálparar og vaksnar skótar.
Heðin Mortensen fyrverandi borgarstjóri og skóti fer at hugleiða um leiðslu og tillrættleggjan.
Í ár er tað Skótalið KFUM´s sum skipar fyri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald