2018-10-22 16:14
Í sambandi við at skaldið Tummas Napoleon Djurhuus (sáli) hevði verið 90 ár í ár, skipa Kollafjarðar bygdarsavn og bókasavnið fyri hugnakvøldið á bókasavninum í Kollafjarðar skúla týskvøldið 23. oktober kl. 19.
Tummas Napoleonvar føddur í Kollafirði í 1928, og hann vaks upp í Kollafirði og í Havn. Hann starvaðist sum lærari, til hann brádliga doyði í bestu árum.
Tummas Napoleon, sum í táttayrking nevndi seg Tonglatummas, skrivaði yrkingar, tættir, gjørdi søguligar ljóðmyndir og var ofta at hoyra í skemtisendingum í útvarpinum. Hansara yrkingar eru ofta inniligar lýsingar av bráðkomnum og viðkvomum kenslum.
Á hugnakvøldinum fer Hanus G. Johansen at syngja nakrar sangir hjá skaldinum, og Turið Sigurðardóttir fer at hugleiða. Haraftrat verður upplestur sangur og kaffi.
Tað er ókeypis atgongd, og øll eru hjartaliga vælkomin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald