2018-07-10 19:27
Aftur í ár endar Vestanstevnan í Sandavági við tí vælkenda hugnakvøldinum, sum eins og undanfarna stevnur verður sunnukvøldið klokkan 20.00.
Mina Reinert fer at siga frá um kvinnur undir øðrum heimsbardaga. Fyri at fáa eitt sindur av heimligari vágamentan uppí, fara lokalir tónleikarar at standa fyri undirhaldinum.
Kvøldið verður so at siga tvíbýtt, og seinnu helvt fær Livar Nysted, sum fer at siga frá um túrar, hann hevur róð yvir høv.
Kostnaðurin fyri tiltakið, har eisini okkurt til smakksansirnar verður at fáa, er kr. 150,-
Keyp á atgongumerki.fo til hósdagin 12. juli kl 16.00
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald