G!: Leygarkvøldið fer Teitur Lassen at framføra 'Poetry and Aeroplanes' á G! - og tað hevur vakt minnir og kveikt lív í tankarnar hjá Sannu. Les hugleiðingarnar um, hvussu lívið hendi, meðan fløgan spældi í bakgrundini, og hvussu alt er øðrvísi, men samstundis eins.
Hugleiðingar um Poetry & Airplanes hjá Teiti Lassen eftir Sannu Nolsøe Djurhuus, flytifugli.
Tað er dagin fyri summarið. Tað langa summarið. Summarið, sum varir restina av lívinum, har vit sjálvi hava ræðið yvir, hvat vit velja at fylla okkara tilveru við, tá vit vakna hvønn morgun. Men eg vil heldur halda áfram at sova, tí í morgin verði eg kvinna. Í dag eru vit ílatin reytt.
Summi í bláum. Onnur í svørtum, lilla, hvítum, grønum, gráum, gulum. Sum einstaklingar hava vit valt litirnar, sum saman skulu umboða okkara felags ferð inn í vaksna lívið. Klædd í skrúð við prógvi í hond ganga vit tey síðstu kravdu fetini í okkara tilveru. Lopið út í æviga summarið var komið. Frá nú av er hvør avgerð okkara egna. Frá nú av vakni eg sum kvinna. Alt mítt barnalív eri eg vaknað til sama útsýni, sum einans broytist við veðursins skiftandi sinnalagi. Mítt kamarsvindeyga vendir móti ánni, og mítt køksvindeyga vendir móti havinum, men tá eg fari niðan í hagan handan hús okkara, síggi eg sólarroðan glógva í sjónarringinum, og mín longsul teskar fyri mær, at onkra staðni har úti hoyri eg kanska heima, les meira her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald