Mentan

Hoyvík og Kaldbak innstillað prest

...

2019-04-09 08:16 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fólkakirkjan: Á felags kirkjuráðsfundi tann 8. apríl, hava kirkjuráðini í Suðurstreymoyar norðara prestagjaldi innstillað Bergtór Hjelm Bjarkhamar sum komandi sóknarprest teirra.

Bergtórur hevur í átta ár røkt kallið sum sóknarprestur í Norðstreymoy við sæti í Hvalvík. Hetta verður so hansara næsta embæti. ??tlandi verður tikið við nýggja embætinum 1. august í ár.

Tað er landsstýrismaðurin í kirkjumálum, ið útnevnir sóknarprestin.

Suðurstreymoyar norðara prestagjald fekk í januar mánað játtan til eitt embæti afturat. Framman undan er ein sóknarprestur í prestagjaldinum. Kirkjuligu myndugleikarnir mettu, at neyðugt var við einum embæti afturat til eitt skjótt vaksandi øki, ið tilsamans telur umleið 4.500 fólk.

Fýra umsøkjarar vóru til kallið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder