2017-10-25 06:22
Hoyvík kom á Kollafjørð fyri løtu síðan við 600 tonsum av sild, sum teir landa til Faroe Pelagic, teir byrjaðu at landa beinanvegin teir komu á Kollafjørð, Hoyvík hevur 600 tons av sild.
Borgarin kemur á Kollafjørð nú kl. 8, teir hava 1.050 tons av sild, teir sleppa framat at landa í kvøld, tá ið liðugt verður at landa Hoyvík.
Vit tosaðu umborð á Borgaran fyri løtu síðan - skiparin Kristian Dam segði, at fitt av sild var at síggja tætt norðanfyri Føroyar, har allur tann føroyski flotin roynir, eisini eru nógv íslendsk skip á leiðini norðanfyri Føroyar, segði Kristian, sildin skipini fáa er bæði stór og góð, segði Kristian Dam.
Borgarin fer nýggjan túr í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald