Vinna

Hoyvík liggur á Havnini, har teir bíða eftir svartkjaftaloyvinum

...

2018-02-14 11:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hoyvík liggur á Havnini, har teir bíða eftir svartkjaftaloyvinum. Teir vísa á fyri okkum á JN.fo, at tað er umráðandi at sleppa avstað skjótt, tí at fitinn í svartkjaftinum er av tí besta nú, og harvið er prísurin fyri svartkjaft eisini best nú.

Í fjør bleiv kunngerðin ikki lýst fyrrenn svartkjafturin var liðugur og Hoyvík fekk tískil einki burturúr í fjør.

Tað er sjálvandi umráðandi at fiska fiskin, tá ið avreiðingarvirðið er hægst og tá ið tað er bíligast at fiska, t.v.s. at útreiðslurnar eru so lágar sum tilber.

Reiðarin á Hoyvík undirstrikaði fyri JN.fo, at umráðandi er at sleppa avstað beinanvegin, tað er tí betri í dag enn í morgin.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder