Vinna

Hoyvík er á veg inn við makreli

...

2018-09-15 09:49 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Hoyvík verður á Fuglafirði beint fyri middag. Hoyvík hevur roynt eftir makreli á makrelfeltinum norðanfyri Føroyar. 

Hoyvík hevur henda túrin fingið 900 tons av makreli, sum verður landaður til Pelagos í Fuglafirði.

Makrelurin sum Hoyvík hevur fiskað liggur um 440 gramm. Beint nú landar Høgaberg til Pelagos, og sleppir Hoyvík framat seinnapartin í dag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder