2017-11-17 08:16
Hoyvík er á veg inn at landa, og júst í skrivandi stund fer Hoyvík um Eystnes, og er ávegis á Kollafjørð, har teir skulu landa til Faroe Pelagic.
Hoyvík hevur henda túrin roynt norðanfyri Føroyar, og hava teir fingið 1.100 tons av sild. Í løtuni landar Norðingur til Faroe Pelagic, men teir verða lidnar at landa hvørja løtu. So Hoyvík sleppir framat beinavegin teir koma á Kollafjørð.
Hetta var seinasti sildatúrurin hjá Hoyvík í ár, nú fara teir at rigga til at fara a svartkjaftaveiðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald