Hoyringsskriv
Løgtingsmál nr. 36/2017: Uppskot til løgtingslóg um veiðigjald
Viðmerkingar frá Føroya Skipara-& Navigatørfelag (FSN) til Løgtingsmál nr. 36/2017:Uppskot til løgtingslóg um veiðigjald.
FSN hevur hesar viðmerkingar:
Vit hava latið nógv hoyringsskriv inn, viðv Sjófeingi, og í fleiri førum blívur tað ein endurtøka avtí sama.
FSN er av tí áskoðan og sannføring, tá talan er um at áseta eitt veiðiavgjald á??? yvirnáttúrligan vinning,??? so er tað at skilja, sum at straffa eina fyritøku, sum ger sær ómak, at fáaeitt gott úrslit, so sama fyritøka kann endurnýggja seg, og ikki minst, at fyritøkan kann konsuliterðaseg til verri tíðir. Um hesin hugurin blívur køvdur við straffigjøldum, so ríkur inntentatiónin at drívaeina sunna fyritøku, sum skal verða landi, fólki og fyritøku til gagns.
FSN skilir tað soleiðis, at veiðigjaldið skal verða 70% aftaná ymiskar frádráttir, har er FSN av tífatan, at fyritøkur blíva kreativar. Og harnæst, so er 70% eitt órímuligt tal eisini. Tað er av størstatýdningi, at vit varðveita tey góðu nýggju og tryggu skipini, sum vinnan hevur endurnýggjað segvið, og vinnan má til eina og hvørja tíð kunna endurnýggja seg, eisini fyri at verða við í kappingini.Eitt avgjald uppá 70% kemur ikki at tæna ætlaða endamálinum, við at fáa meiri inntøkur til landið,men tvørturímóti, so verða tað gomul og ótíðarhóskandi skip, við óskipaðum viðurskiftum ???Lógloysi???.
Transfer prising
Transfer Prising er ikki ókent her á landi, og ikki minst nú móttøkumøguleikarnir eru smáir. Einfiskur fær eitt kunstugt virði yvir kajkantin, og verður líka lítið virðisøktur á virkinum, men ikki fyrrenn fiskurin er komin til útlandið, fær hann sítt verðuliga virði, og hvør hevur tá mist alt samfelagið?Fyrst og fremst manningin, so fyritøkan, kanska bara manningin, um heilt illa ber til.FSN er av tí áskoðan, at fyritøkurnar skula fáa bestu karmar at virka undir, og ikki køvast við eykagjøldum, sum avleiðing av, alt eftir hvussu gott avrik, fyritøkurnar hava megnað at vunnið sær.FSN hevur ta sannføring, at eyka gjøld koma so ella so at raka manningarnar, spurningurin er bara,hvussu væl ymisku frádráttirnir verða fjaldir.
Norðborg:
Um vit taka Norðborg sum dømi, so er tað ein sólskinnssøga um gott úrslit, við ikki so heilt stórarikvotu! Hví skal man fara inn og straffa fyritøkuna og manningina fyri gott arbeiði? FSN er av tífatan, at ein slík fyritøka skuldi heldur fingið nøkur eyka tons fyri gott avrol, eins og tað er gjørt við 2ísfiskaflotan, við at taka LIVUR. Tey skip, sum taka livur, fáa eyka fiskidagar, so hví ikki gevaskipum størri kvotu alt eftir teirra avrik? Hetta kundi verið ein gularót fyri eini virðisøking. Herkundu t.d. menningarkvoturnar komið inn í myndina, sum ein gularót fyri sera gott avrik.
FSN mælir til, at taka søluna burtur úr vinnuni, so loyvir ongantíð kunna seljast av fyritøkunum,men tað er landið sum ??? LETUR??? loyvini út.
FSN er av tí sannføring, at landið fær stórar upphæddir inn í skattum, sum stava frá fiskivinnuni,lønum og ??? avleiddum virksemi,??? bæði hjá fyritøkum og manning, og peningurin verður verandi ílandinum.
Veiðiloyvir og skip
FSN er av tí fatan, at veiðiloyvir og skip skula hoyra saman. Um vit loysa veiðiloyviðburtur frá skipunum, kemur hetta aftur at viðføra kreativitet. FSN hevur áður víst á
Verksmiðjuskip/leiguskip
1.) Tað verða uttan iva fiskiskip, verksmiðjuskip og móttøkuskip, sum verða leigað inn til Føroyar,har fiskurin verður fiskaður og virkaður umborð, og í hesum føri er ikki neyðugt at selja umuppboðssølu, eftir at fiskurin er fiskaður. t.v.s. at fiskurin verður ikki virkaður á landi, so herfóru tey fyrstu ???hundrinda??? arbeiðsplássini, sum annars skuldu verið á landi fyri skeytið, tíuppskotið loyvir ???leiguskipum??? inn. So tey arbeiðsleysu enda í ALS og forsorg.
Manningaviðurskifti
2.) Tað verður sagt í § 51 í fiskivinnuuppskotinum:
???Manningarviðurskifti § 51. Manning á fiskifari undir føroyskum flaggi, sum fiskar av føroyskumveiðirættindum, og manning á móttøkuskipi undir føroyskum flaggi, sum tekur ímóti fiski, skallønast samsvarandi sáttmálum við føroysk manningarfeløg???.
Hetta er ein sera vánalig og veik orðing, tí her kann reiðarin nevniliga gera eina avtalu viðmanningina um sáttmálaviðurskifti, umborð á tí einstaka skipinum, og við vælsignilsi frá politiskamyndugleikanum, niðurlaga teir so at siga alt sáttmálaøkið í Føroyum, sum er bygt upp frá 1895og frameftir.
Men tí betur er hetta ikki praktiserað, tí allir partar hava vunnið pening.Men aftur her, um fyritøkurnar verða álagdar at rinda eitt veiðuavgjald 70%, so verður tað neyvanvið føroyskari manning umborð.
Løgtingslóg nr. 63 frá 3. juli 1998 um manning av skipum, sum seinast broytt við løgtingslógnr. 52 frá 12. mai 2015
Kapittul 5. § 16
Hyggja vit at, hvat lógin sigur um manning av føroyskum fiskiskipum, so stendur púra greitt, atskiparin skal hava heimarætt og fulla skattskyldu í Føroyum, men so stendur ikki meir, - einkistendur um manning annars. Skiparin er ikki at rokna sum manning.
Tað vil siga, at um landsstýrismaðurin ikki við lóg ásetur, at tað skal vera føroysk manning, ja sokann útlendsk manning manna skipini, og harvið hevur reiðarin frítt spæl at koyra viðláglønarsáttmálum. Hetta upplivdu vit fyri fáum árum síðani, umborð á Anitu og Lafayett.
VegnaFøroya Skipara- & Navigatørfelag
Annfinnur Garðalíð
Formaður
Union President.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald