Mentan

Høvi at stuðla Føroysku Sjómansmissiónini

...

2019-07-20 09:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sunnudagin 21. juli er árligi talvudagurin fyri Føroysku Sjómansmissiónina í kirkjunum um landið. Av tí at alt arbeiðið hjá sjómansmissiónini verður fíggjað við sjálvbodnum gávum, er talvudagurin ein góður fíggjarligur stuðul til stóra virksemið.

Heilt síðani 1918 hevur Sjómansmissiónin havt ein virknan leiklut millum sjófólkið og hevur tað enn.
Sjómansmissiónin hevur ein trúboðara í starvi, sum vitjar millum 300 og 400 skip og bátar árliga, umframt útlendsk skip í Føroyum. Hann vitjar eisini árliga í Íslandi og í Grønlandi.
40 sjómanskvinnuringar við umleið 600 kvinnum eru knýttir at Sjómansmissiónini. Teir stuðla fíggjarliga og við forbøn og gera umleið 1.200 jólapakkar um árið at lata sjófólki okkara.
Sjómansmissiónin letur føroyskum skipum sangbøkur, bíbliu, lestrabók, andaktsbók og skriftstað. Harafturat fáa tey ein geyma við hópin av kristiligum sangum og andaktum.
Sjómansmissiónin roynir eisini at stimbra sjófólki at hava møtir og andaktir umborð og at vera tjaldmakarar (verkatrúboðarar), har tey starvast.
Sjómansheimið ??rkin í Reykjavík er einasta staðbundna arbeiðið uttanfyri Føroyar.
Sjómansmissiónin er eisini á facebook, so at føroysk sjófólk og onnur um allan heimin kunna njóta gott av virkseminum.
Føroyska Sjómansmissiónin takkar hjartaliga fyri allan stuðul!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder