Mentan

Høvi at stuðla Føroysku Sjómansmissiónini

...

2016-06-23 08:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sunnudagin 26. juni er talvudagur fyri Føroysku Sjómansmissiónina í kirkjunum.

Alt arbeiðið hjá Sjómansmissiónini verður fíggjað við gávum.
Talvudagurin er tí ein góður fíggjarligur stuðul til stóra virksemið.

Byrjanin hjá Sjómansmissiónini var í 1918, og hevur hon enn ein virknan leiklut millum sjófólkið.

Sjómansmissiónin hevur ein trúboðara í fulltíðarstarvi.
Trúboðarin vitjar millum 300 og 400 skip og bátar árliga, umframt útlendsk skip í Føroyum. Hann vitjar eisini árliga í Íslandi og í Grønlandi.

40 sjómanskvinnuringar við um 400 kvinnum eru knýttir at Sjómansmissiónini.
Teir stuðla fíggjarliga, við forbøn og geva umleið 1200 jólapakkar, sum árliga verða latnir sjófólkinum.

Sjómansmissiónin letur føroyskum skipum bókakassa við sangbókum, bíbliu, lestrabók og andaktsbók.
Harafturat fáa tey dvd-filmar við kristiligum sangum og andaktum.

Sjómansmissiónin roynir eisini at stimbra sjófólki at hava møtir og andaktir umborð og at vera tjaldmakarar (verka-trúboðarar), har tey starvast.

Sjómansmissiónin hevur eitt staðbundið arbeiði uttanfyri Føroyar.
Tað er sjómansheimið ??rkin í Reykjavík, sum hátíðarhelt síni 25 ár 2. juni í ár.

Í fjør fór Sjómansmissiónin eisini á Facebook, so at føroysk sjófólk og onnur um allan heimin kunna njóta gott av virkseminum.

Stóra tøkk fyri allan stuðul til Føroysku Sjómansmissiónina!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder