Mentan

Høv í Eysturkommunu

...

2020-01-30 17:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Eysturkommuna.fo:

Í Føroyum eru eitt vet omanfyri hundrað høv. So at siga allar oyggjarnar eru umboðaðar. Tað at lyfta høv í Føroyum er aldargamal siður, helst úr víkingaøld. Hvat er eitt hav? Tað er tungur / illtungur steinur ( ella okkurt tungt, eisini andligt ) at hevja / lyfta so mikið, at dagur sæst undir steininum. Høvini kunnu skipast í tríggjar bólkar:

  1. Mannfólkahøv
  2. Konufólkahøv
  3. Kappahøv

Í Eysturkommunu eru níggju høv. Fimm av teimum eru í Leirvík, tvey eru í Norðragøtu og tvey eru í Syðrugøtu. Myndir av nøkrum av høvunum eru niðast í greinini.

Leirvík
Kendasta havið í Leirvík er havið hjá Stór-Heina . Tað vigar um 380 kilo. Tað stendur uppi við bygdarhúsið. Tað er flutt, av tí at vandi var fyri, at tað fór í vegin, sum skuldi gerast gjøgnum Bólagerði á vári 2011. Tað eru dømi um, at høv eru endað í vegnum.

Konuhavið, neytakonuhav. Liggur stutt frá gøtuni niðan millum Vegir ávegis niðan undir Fjallið eftir frásøgn. Tað er ikki eyðmerkt.

Havið hjá Leivíks-Páll, sum er ein flatur steinur, hevur ligið við mannagøtuna undir Fjallið. Ein fróðarmaður hevur sagt, at ein stórur steinur við Sniðgøtu er havið hjá Leirvíks-Páll, og hevur fingið tað váttað, at so er.

Eitt hav liggur undir sunnara svingi í Kálvadali miðskeiðis millum vegin og bakkan. Garðajógvan plagdi at siga frá um hetta hav, tá teir komu framvið á veg til ella úr Fuglafirði. Tað sæst væl frá báti.

So er eitt annað hav, ið liggur omanfyri Stóraneyst (sum Jústinus Eliasen eigur). ??li í Mikkjalshúsi plagdi at lyfta tí. Í dag er tað helst niðurgrógvið í vøllin.

Norðragøta
Í Norðragøtu eru tvey høv. Hitt fyrra er hav ??la Jákups Zachariassen. Tað liggur eini 150 til 200 m heimanfyri Bratthellu í Gøtudali, tætt við eina gróthúsagrund. ??. J. Z. hevði rullað steinin heim eftir ánni og so yvir til gróthúsið, men menninir, ið laðaðu, hildu hann vera ov stóran. ??. J. Z. tók tríggjar steinar og legði teir í tríkant og lyfti stóra steinin uppá. Hann skuldi liggja har sum eitt minni um seg. Havið vigar 5 ??? 600 pund.

Hitt seinna er havið hjá Lia-Dáva, sum liggur í túninum millum Blásastovu og Glyvra-Hanusar hús. Tað vigar 194 kilo. Tá hann var landnyrðingur norðan syfti Lia- Dávi havið upp á takið fyri at verja tekjuna, so hon ikki reiv. Tað eru ikki allir menn, ið orka at lyfta havið.

Syðrugøta
Í Syðrugøtu eru tvey høv. Ísakshav liggur í Bólagerði, innlagt í 1860. Ísak Trondesen føddur í 1840, lyftið havið átjan ára gamal. Pápi hansara var tann 19. Tróndur í Gøtu. Bróðursonur Ísak var tann 20. og síðsti, ið bar navnið Tróndur. Hann doyði ellivu ára gamal. Tá ið lagið var gott, fóru ungdómar og menn niðan í Bólagerði at royna at lyfta Ísakshav.

Í garðinum hjá Dánjal Paula liggur Gamli Petur Paulasa hav. Hann hevði borið ræðuliga stórar steinar oman úr ánni til grundina hjá sær, tá ið hann bygdi. Og nú liggur ein av hesum steinum í einum garði. Áðrenn eftirkomararnir løgdu hann har, varð hann vigaður. 340 kilo.

Keldur:

Edvin Joensen

Martin Fjallstein

??lavur Heinesen

Martin Juul Jarnskor

Tummas Jacobsen

Anfinn Huusgaard

Manningin í Lugarinum

Tað hevði verið gott, um fólk í Eysturkommunu gjørdu vart við seg og komu við rættingum og onkrum at leggja afturat.

Skrivað hevur: Bjørgfinnur Nielsen, háskúlalærari.

Stórheinasa hav í Leirvík
Hav ??la Jákups Zachariassen í Norðragøtu
Havið hjá Lia-Dáva í Norðragøtu
Gamli Petur Paulasa hav í Syðrugøtu
Ísakshav í Syðrugøtu ??? og hundurin Kiwi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder