Fyrr í ár frættist, at Hósvíkingurin ??lavur Jacobsen hevur fingið kallið at fara til Reykjavíkar at virka sum trúboðari. ??lavur er 49 ára gamal og er giftur við Vónbjørt, sum er ættað úr Kollafirði. Tey eiga tríggjar vaksnar døtur: Jónvør, Sissel og Váreyð. ??lavur er útlærdur elinnleggjari og hevur starvast sum mekanikari hjá Faroe Ship.
??lavur sigur við netavísina Trúboðan: ???Eg havi gingið við einum trúboðarakalli í fleiri ár, og havi biðið Gud vísa mær, hvar hann vil brúka meg!??? Tá ??lavur fekk fyrispurning frá Sjómansheiminum ??rkini í Reykjavík, um at taka við kallinum har, so var hann ikki í iva, men tók kallið á seg við tað sama.
Tænastan hjá ??lavi verður fjølbroytt við tað, at hann afturat arbeiðinum á Sjómansheiminum, sum umfatar andaktir og føroysk møtir, eisini skal virka millum føroyingar bæði í Reykjavík og aðrastaðni í Íslandi, og kemur eisini at vitja umborð á føroysk skip og at vitja føroyingar, sum liggja á sjúkrahúsi í Reykjavík. Men tey koma at virka í og út frá Sjómansheiminum ??rkin, har ??lavur kemur at hava sítt fasta tilknýti. Fyrstu tíðina koma tey at búgva á Sjómansheiminum.
At seta ein trúboðara í starv á ??rkini er eitt ynski, sum stýrið hevur havt í fleiri ár, sigur stýrisformaðurin Jonhard Joensen. ??lavur kemur tí ikki at virka sum stjóri ella hava ábyrgd av tí umsitingarliga, men kemur burturav at taka sær av tí andliga arbeiðinum í og út frá ??rkini.
??TSENDINGARGUDST??NASTA
Tollaksmessudag var stórur dagur í nýrenoveraðu kirkjuni í Hósvík, bæði fyri kirkjufólkið og fyri ??lavur og familjuna. Gudstænastan var sett at vera kl.15:00 og var lýst sum útsendingargudstænasta fyri ??lavi og konu hansara Vónbjørt. Tað var sóknarpresturin í Norðstreymoyar prestagjaldi Bergtórur Hjelm Bjerkhamar, sum prædikaði. Eisini luttóku onnur við upplestri av bíbliutekstbrotum. Síðani var forbøn fyri ??lavi við handaálegging.
Kristiliga Tíðindasendingin hevur tosað við ??lavur í telefonini, og tá var hann staddur í Reykjavík. Hann kom til Reykajvíkar týsdagin 07. januar. ??lavur sigur við Kristiligu Tíðindasendingina, at hann hevur eina royndartíð upp á hálvt ár, og at fyrsta tíðin verður at bróta upp úr nýggjum, tí talan er um eitt nýtt virkisøki hjá føroyska Sjómansheiminum í Reykjavík.
Um onkur veit um føroyingar, sum eru í sjúkraørindum í Reykjavík, so er ein vælkomin at boða frá hesum til ??lavur Jacobsen, føroyskur Trúboðari í Reykajvík.
Kristiliga Tíðindasendingin ynskir ??lavi til lukku og Harrans signing við nýggja trúboðaraverkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald