Mentan

Hósdagurin á G!: Tann størsti nakrantíð

...

2017-07-14 22:42 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fyriskiparirnar kunnu gleðiliga staðfesta, at hósdagurin var tann størsti nakrantíð

Dagarnar uppundir G! Festivalin hevur leiðslan, sum vant, hildið ondini. Men í morgun var tað sum um, andadrátturin var vorðin vanligur aftur.

Tí hóskvøldið var av sonnum væleydnað, siga fyriskiparirnir.

"Eg tori næstan at staðfesta, at hósdagurin var hin størsti í søguni hjá G!", sigur Sigvør Laksá, stjóri hjá G! Festival.

Fleiri túsund fólk í Gøtu

Longu hósdagin var sandurin í Syðrugøtu pakkaður, tá heimskenda danska poppstjørnan M?? framførdi.

5000 fólk hava leitað sær til Gøtu, og tað er methøgt tal av vitjandi fyri ein hósdag á G! Festival.

Fyrr í vikuni varð skráin umtalað sum "hin besta nakrantíð", tá Uni Leitisstein Hansen vitjaði í útvarpssendingini Summarmorgun hjá Kringvarpi Føroya. Og tað er júst har, vit finna orsøkina til, at festivarlurin er so væl vitjaður í gjár.

"Vit hava arbeitt upp á hesa skránna í 18 mánaðar nú, og tað hevur veruliga givið okkum eitt neyðugt rásarúm", sigur Fred Ruddick, sum er bókari hjá G! Festival.

Tjalding útselt

Enn er møguleiki fyri at keypa sær atgongumerki til G! Festival, men á tjaldingarøkinum er fult, og tí er sølan av atgongumerkjum steðgað.

Annars er boðað frá, at G! Festival hevur koyrt uttan forðingar.

"Vit hava ongar seinkingar havt, og trygdin hevur verið framúr", sigur ein nøgdur stjóri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder