Horrse hitar upp fyri svenska poppstjørnu
Tá svenska poppstjørnan Jenny Wilson hevur konsert 6. november í Norðurlandahúsinum, verður tað við upphiting frá føroyska stjørnuskotinum Horrse.
25 ára gamli føroyski tónleikarin Ragnar Finsson hevur eina tónleikafortíð, ið breiður seg yvir nógvar greinar sum t.d. punk, jazz og blues. Í dag undir listanavninum Horrse, er hann kendur fyri at trína á pallin við sínum gitari og veita fólkatónleik við einari nýmótans tulking. Tey inniligu løgini bera ofta dám av sálarligum stríði og einari óró.
Seinasta staklagið hjá Horrse eitur ???You???re a Ghost???, sum snýr seg um at sleppa teimum tingunum ið tyngja ein. Tað kann vera menniskju, støð ella partar av einum sjálvum. Hetta og onnur løg kunnu hoyrast 6. november kl. 20 í Norðurlandahúsinum, tá Horrse hitar upp fyri svensku Jenny Wilson.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald