Ítróttur

Hondbólturin byrjar í dag

...

2014-09-28 16:56 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í dag byrjar landskappingin í hondbólti, bæði í Atlantic Airwaysdeildini hjá monnum, og í fremstu deildini hjá kvinnum.

Í fremstu deildini hjá kvinnum, verða tveir dystir.

Í høllini á Hálsi taka greipuvinnarnir frá seinasta kappingarári - Kyndil - ímóti kvinninum úr Vági. Tann dysturin byrjar kl: 14:30. 

Hin dysturin í fremstu deildini hjá kvinnum hetta vikuskiftið, er í Klaksvík, tá Stjørnan tekur móti Neistanum, sum var silvurvinnari í steypakappingini seinasta kappingarár, tann dysturin byjar kl: 15:00.

Í Atlantic Airways deildini hjá monnum, verða eisini tveir dystir í dag, báðir dystirnir byrja kl. 16.

Hjá monnum spælir Kyndil eisini heima, Kyndil tekur móti Team Klaksvík. Kyndil, sum er verandi steypavinnari, verður mett til at vera eitt av teimum liðnum, sum fer at spæla har tað er stuttligt at spæla, hinvegin hevur Team Klaksvík, sum endaði aftast í fjør, styrkt seg nógv, Team Klaksvík hevur fingið sær Bogdan úr H71, Bogdan hevur fyrr víst at hann kann avgerða ein dyst einsamallur. Eisini hava mennirnir úr Klaksvík, fingið sær styrkt í málið. 

Hin dysturin í Altantic Airwaysdeildini er millum H71 og Neistan, Onkrar broytingar eru á H71-liðnum, so spennandi vereður hvussu teir fóta sær í ár. Neistaliðið hevur verið í tungum sjógvi í fleiri ár, tað verður tí spennandi at síggja, hvussu teir koma burturúr hesum kappingarárinum.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder