Í vikuskiftinum fer FTZ-deildin í gongd, sum er landskappingin hjá monnum í manshondbólti. Fyrsti dystur verður leygardagin, og sunnudagin er næsti dystur á skránni, tá fær StÍF vitjan av VÍF, VÍF vann greipuna seinasta kappingarár. Vit hava sett Pola J. Hansen, venjara hjá StÍF nakrar spurningar.
Hvat vænta tit av kappingarárinum ?
-
StÍF endaði
næstaftast seinasta kappingarár, so vit
kunnu bara yvirraska, alt omanfyri seinasta kappingarár, er góðtikið.
Hvat er tykkara mál ?
-
Vit hava ikki
sett okkum annað mál, enn at gera tað betur enn seinasta kappingarár.
Hvat er tykkara besta vápn ?
-
Okkara vápn
skal vera góðir málmenn og skjótt spæl.
Hvørji lið vænta tit fara at kappast um
FM-heitið?
-
Eg má siga, at
eg veit ikki, havi ikki sæð KÍF og Team Klaksvík. Tá eg sá Kyndil vóru teir
illa mannaðir. Men helst verður tað H71 og Kyndil.
Hvussu sær tykkara hópur út ?
-
Vit hava
næstan sama hóp sum seinasta ár, eina góða blanding av eldri og ungum spælarum.
Steinar Prestá og Eyðfinn Poulsen eru farnir til Danmarkar í lestrarørindum.
Vit hava
fingið ein grønlenskan málmann, sum
eitur Isak Olsen. Eisini eru Borgar
Danielsen og Jákup Berthelsen byrjaðir aftur,
og so er tað tilgongd av ungum spælarum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald